Svenska verjan hevur fingið upplýsingar um, at fremmant kavbátavirksemi er í skergarðinum uttan fyri høvuðsstaðin, Stockholm. Tí er í alla nátt blivið leitað við bæði bátum, flogførum og tyrlum.
Ikki fæst nærri at vita frá svensku verjuni, hvat slag av kavbátavirksemi, talan er um, men leitingin skal verða farin í gongd, tí talan skal vera um upplýsingar frá eini álítandi keldu.
– Nógv ferðsla er á leiðini, har vit hava fingið at vita, at hetta virksemi skal vera, og tí er neyðugt, at vit kunna um, hvat vit gera, sigur verjan við svenskar fjølmiðlar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at fremmant kavbátavirksemi er í svenska skergarðinum, tí í 1981 skakaði tað svensku verjuna, at ein sovjetskur kavbátur av slagnum Whiskey U-137 fór á land í skergarðinum.