Í dag hava indonesisku sjóferðslumyndugleikarnir boðað frá, at kavbáturin - KRI Nanggala 402 við 53 fólkum umborð - er sokkin á einum dýpi, sum er 850 metrar. Ymiskir lutir, sum hugsandi eru av kavbátinum, eru eisini funnir, og tað merkir helst, halda myndugleikarnir, at kavbáturin er í knúsi.
Tíðindastovan AP veit at siga, at eingi útlit tískil eru til, at nakar av teimum 53 er á lívi. Kavbáturin er ikki bygdur til eitt so stórt dýpi, og tí er eisini óhugsandi, at hann kann vera heilur, har hann liggur.
- Ymiskt, sum vit hava funnið seinastu tveir dagarnar, er greitt prógv um, at kavbáturin er sokkin, sigur hernaðarleiðarin, Hadi Tjahjanto í dag.
Vanlukkan hendi undir einari hernaðarvenjing, og eingin veit, hví kavbáturin og manning tess komu í óføri. Dúgliga hevur verið leitað, og nú siga myndugleikarnir í Indonesia, at kavbáturin er funnin á havbotninum.
- Men, enn eru eingi lík funnin, segði ein herflotaleiðari, Yudo Margono, á einum tíðindafundi um syrgiligu vanlukkuna í dag.