Kavbátur á land í Skotlandi

Bretska verjumálaráðið upplýsir, at ein kjarnorkurikin kavbátur hjá bretska herflotanum er farin á land á skotsku útnyrðingsstrondini. Talsmaðurin hjá verjumálaráðnum sigur, at talan er ikki um eitt kjarnorkuóhapp. Kavbáturin lekur ikki, og eingin av manningini hevur fingið skaða, sigur hann.

Sambært bretsku sjóverjuni vórðu myndugleikarnir kunnaðir um óhappið stutt eftir klokkan átta í morgun, og ein sleipibátur er á veg at toga kavbátin avaftur.

Sum skilst stendur kavbáturin millum nøkur sker úti fyri Isle of Sky. Hetta er aðru ferð tað seinasta árið, at bretskur kavbátur fer á land har.

Verjumálaráðið í London sigur, at talan er um tann 97 metrar langa kavbátin HMS Astute, sum fór av bakkastokki í 2007.