Kavbátavitjan sum í gomlum døgum

Eftir at hava sett sín serliga dám á Sjómannadagin í Klaksvík, legði kavbáturin Utstein í morgun leiðina ímóti høvuðsstaðnum.

Klokkan var 9:00 tá hann legði frá landi í Klaksvík.

Tað var sum tá ið teir størstu trolarnir fóru á langfaratúr í gomlum døgum, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, og sum sjálvandi var á bryggjuni hesa løtuna.

– Nógv fólk veitraðu farvæl og bilarnir floytaðu við horninum. Utstein royndi at floyta afturímóti, men floytan hjá honum var eitt sindur forkølað, - kanska tí hon hevur verið so langt niðri móti havsins botni.

Kósin varð sett til Havnar, har teir skulu heilsa uppá Færøernes Komando og gera ymisk pappísarbeiði, áðrenn kósin seinni í dag verður sett móti Noregi.

Manningin, sum flest øll er í 20-unum, var sera væl nøgd við vitjanina í Klaksvík og vóru teir væl havdir, søgdu teir.

Teir kendu seg væl og øll heilsaðu teimum vælkomnum. Teir takkaðu fyri tað hjartaligu móttøkuna, sum teir hava fingið frá øllum í Klaksvík.

Utstein er 60 metrar langur, máldur til 1.150 tons, hevur eina manning uppá 22, 14 torpedoir, kann fara niður á góðar 200 metrar og siglir um 22 míl.

(Mynd: Utstein sigur Klaksvíkini farvæl, eftir eina væleydnaða vitjan á Sjómannadegnum 2011 (Mynd: Dávur Winther))