Tað hevur kavað rættiliga illa í pørtum av Danmark um vikuskiftið, og í nátt hevur verið nógv jarðrok. Fólk hjá vegamyndugleikunum hava arbeitt alla nátt við at halda vegirnar opnar til ta nógvu morgunferðsluna. Tað er serliga jarðrokið, sum elvir til trupulleikar. Ringast er í Norður- og Eysturjyllandi, men tað rýkur eisini illa nógvastaðni á Sjællandi og á Bornholm.
Kenneth Andersen hjá vegamyndugleikunum sigur við TV2 í morgun, at fólk eiga at hugsa seg um, áðrenn tey fara í bilin, og at tey eiga heldur at velja annan flutning, um tað ber til.
Fleiri skúlar lata ikki upp í morgun orsakað av kavaveðrinum. Bara í Eysturjyllandi eru 14 skúlar stongdir. Flogferðslan um flogvøllin í Aalborg er seinkað.










