Kavastormur ger enda á tiltøkum

Føðingardagsgildi við Frændum í Fuglafirði í kvøld er avlýst, og tað sama er dansur á Strondum við countrykonginum. Veðurmenninir lova hvirlur upp í 33 m/sek í kvøld. Veðrið er vánaligt í dag, og veðurmenninir rokna við enn verri veðrið í kvøld. Tað hevur við sær, at tiltøk, sum skuldu verða hetta seinasta leygarkvøldið fyri jól, eru avlýst.

 

Seinasta mánaðin hava Frændur havt fleiri konsertir í sambandi við nýggja útgávu og 25 ára dagin hjá bólkinum. Í gjárkvøldið spældu Frændur á Tvøroyri, og í kvøld skuldi seinasta framførslan fyribils verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Men tiltakið er nú avlýst.

 

Eisini dansur, sum skuldi verða við Halli Joensen á Strondum í kvøld, er avlýstur.

 

DMI sigur í seinastu veðurforsøgnini, at tað verður nógvur vindur restina av degnum. Hvirlurnar kunnu verða heilt upp í 33 m/sek í kvøld og í nátt, og tað fer framhaldandi at kava. Hitin verður millum frostmarkið og trý kuldastig.