Nógvur kavi er komin niður fleiri staðni kring landið í kvøld. Tað er nógv jarðrrok, og sera vánalig koyrilíkindi eru um tað mesta av landinum.
Á heimasíðuni hjá Landsverki verður kunnað um, at tað ikki er ráðiligt at koyra til fleiri bygdir í kvøld, og trupult er eisini at koyra innanbýggja.
Í Vága kommunu siga tey í kvøld, at nógvi kavin, sum er komin niður, hevur givið avbjóðingar í ferðsluni í bygdunum.
- Okkara menn hava grivið í allan dag, men nú í kvøld rýkur so illa, at teir góvust við kavaruddingini í kvøld klokkan 20.
Sagt verður, at nú fara kavaruddararnir at hvíla seg, og teir seta seg aftur í maskinurnar og byrja at grava klokkan 05 stundisliga í morgin.
- Koyrilíkindini eru vánalig, og vit heita á fólk um at koyra minst møguligt í kvøld.
Í Vága kommunu leggja tey aftrat, at kavaruddararnir, sum tey í kommununi eisini rópa gerandishetjurnar, hava eittans jólaynski.
- Tað er, at fólk ikki stilla bilarnar, soleiðis at hetta forðar fyri kavaruddingini í morgin tíðliga.