Kavarok í Suðurnoregi

Har suðuri í Noregi ávarar løgreglan fólk ímóti at fara út. Tað er kavarok og nógvur vindur Í Agder og aðrastaðni í Suðurnoregi heita løgreglan og vegamyndugleikarnir á fólk um at sita við hús í dag, og sambært løgregluni hava mong tikið áheitanina til eftirtektar.

-Tað er týðiligt, at fólk hava lurtað eftir veðurtíðindunum. So er bara at vóna, at tey gera tað sama tað næsta samdøgrið, sigur løgreglan við NTB fyrrapartin.

Enn er ikki frætt um álvarssamar tilburðir í kavaveðrinum.