Ísrael hevur í vikuni fingið vetrarkulda og kava í fjøllunum, og í Jerusalem var kavarok.
Kuldin kom norðaneftir, og í fjøllunum við sýriska markið kom rættiliga nógvur kavi niður. Golan-herurnar eru kavaklæddar, og soleiðis er eisini í Galilea og í Hebron, skrivar Reuters. Fyrradagin var rættiligt kavarok í Jerusalem, og í Negev-oyðimørkini har suðuri í landinum kavaði eisini.
Kuldin hevði eisini nógvan vind við sær. Fleiri trø fóru um koll, og Jerusalem Post skrivar, at fleiri bilførarar máttu skerast leysir úr bilum, sum lógu undir niðurdotnum trøum.
Ísraelsmenn fáa javnan vitjan av kulda og kava, men kavin liggur sjáldan leingi. Í fjøllunum við sýriska markið kann hann kortini vera liggjandi, og tá plaga ísraelsmenn at standa á skíð oman eftir tí 2.800 metrar høga Hermonfjallinum.










