Kavarok í Eysturevropa

Tað hevur kavað illa í fleiri eysturevropeiskum londum, og tann nógvi kavin hevur darvað ferðsluni á landi og í luftini, og nógvastaðni hava fólk eisini mist streymin.

Í Rumenia hava myndugleikarnir hjálpt umleið 2.000 fólkum úr bilum, sum stóðu fastir í kavanum á teimum smølu vegunum, og floghavnin í høvuðsstaðnum Bukarest hevur avlýst meiri enn 40 fráferðir.

Har norðuri í Bulgaria hava myndugleikarnir lýst fleiri øki í neyðstøðu.

Í Serbia og Bosnia eru fleiri bygdir avbyrgdar, og myndugleikarnir siga, at í summum bygdum er tørvur á mati og heilivági.

Veðurmenninir siga, at tað fer at kava í morgin afturat - í hvussu er.