44 ára gamli kavarin, sum lat lív í arbeiðsvanlukkuni við Hvítanes
seinnapartin í gjár, varð funnin sitandi á helluni undir vatnskorpuni.
Sostatt er sannlíkt, at talan er um eina druknivanlukku, sigur løgreglan.
Teir báðir kavararnir, sum komu fram á 44 ára gamla kavaran, høvdu arbeitt longri
úti. Tá teir koma inn, har 44 ára gamli kavarin hevur arbeitt, síggja teir
hann sitandi á helluni, og kavaramaskan er ikki á andlitinum, sum hon
skal.
Teir báðir knossa so 44 ára gamla kavaran upp á turt og veita fyrstu
hjálp, inntil sjúkrabilurin kemur á staðið. Hóast portørarnir arbeiða við
manninum á staðnum og allan vegin til Landssjúkrahúsið, kunnu tey klokkan
15.20 staðfesta á Landssjúkrahúsinum, at 44 ára gamli kavarin er deyður.
Løgreglan sigur, at fólk í málinum nú verða avhoyrd. Tað vil siga kavarar
og fólk, sum hava havt við útgerðina at gera, umframt at kringumstøðurnar
annars verða kannaðar.
Arbeiðseftirlitið er sjálvsagt eisini partur av málinum og ger sínar
kanningar nú, men vil annars ikki siga nakað alment um málið nú.
Myndin er ein tilvildarlig savnsmynd