Ein avstralskur kavari doyði í nátt, tá ein hávur leyp á hann úti fyri avstralsku vesturstrondini. Heimasíðan Western Auatralia Today skrivar, at maðurin var farin at kava saman við beiggja sínum á einum rivi einar átta fjórðingar úr landi, tá hávurin leyp á hann. Maðurin doyði stutt eftir av bitinum.
Avstralski kavarin er tann fyrsti, sum er deyður eftir hávaálop í hesum partinum av Avstralia síðani í oktober í fjør, tá ein hávur gjørdi av við amerikanaran George Thomas Wainwright, sum var farin at kava við oynna Rottnest.
Tað er rættiliga fitt av hávi fram við avstralsku strondini, men tað er sjáldsamt, at teir leypa á fólk. Sambært serfrøðingum verða umleið 15 fólk álopin um árið, og í meðal fær eitt av hesum álopum sera álvarssamar avleiðingar, verður sagt.