Kavararnir givnir at leita

Teir italsku kavararnir eru givnir at leita eftir fólki umborð á ferðamannaskipinum Costa Concordia. Tað sigur ein talsmaður fyri bjargingarfelagið.

-Vit hava steðgað arbeiðinum í tí partinum av skipinum, sum stendur undir sjógvi, og hetta er endaligt, sigur talsmaðurin. Hann sigur, at umstøðurnar inni í skipinum eru eisini vorðnar truplar hjá kavarum at arbeiða undir.

Higartil hava bjargingarliðini funnið 17 av teimum 32 fólkunum, sum doyðu, tá Costa Concordia fór á land fríggjakvøldið tann 13. januar og seinni sakk. Umleið 4.200 fólk vóru við skipinum, tá vanlukkan hendi.