Kavarar kanna botnin

- Hoyvíkingur er ikki komin av aftur enn, og nú er ætlanin at senda kavarar niður fyri at kanna eftir, hvønn veg rættast er at hála skipið av aftur, sigur Sunleiv Højgaard. Línuskipið Hoyvíkingur, sum sleit endarnar og rak fastur á einum flúri beint út fyri timburhandlinum hjá Borg í Runavík tíðliga í morgun, stendur framvegis.

Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at skipið hevur verið leyst, men er vorðið fast aftur.

- Tað eru fleiri flúrar undir vatnskorpuni um somu leið, har skipið stendur, og tá skipið loysnaði, gjørdist tað fast aftur, helst á einum øðrum flúri.

Sunleiv Højgaard sigur, at í løtuni er steðgur í royndini at fáa skipið av aftur.

- Ætlanin er nú at senda kavarar niður fyri at kanna eftir, hvønn veg rættast er at hála skipið, tá sett verður á aftur.

Hann sigur, at umráðandi er sjálvandi, at skrokkurin ikki tekur skaða av sleipinum.

- Sum er, er eingin leki á skrokkinum, og vit vóna, at tað fer at ganga betri, tá kavarar hava staðfest, hvussu skipið stendur, og hvussu best man vera at hála skipið av aftur, leggur brunaumsjónarmaðurin aftrat.

Við í arbeiðnum at fáa skipið av aftur eru sleipibátar hjá skipasmiðjuni MEST, fólk hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, havnamyndugleikar í Runavík, onkur av skipsmanningini, eins og løgregla eisini hevur verið á staðnum.