Kavarar frá vaktarskipinum Brimil hjálptu í nátt trolbátinum Dýrindal aftur til fiskiskap, eftir at skipið hevði fingið trolposan um skrúvuna. Tað skrivar Vørn á heimasíðu síni.
Tað var beint áðrenn midnátt í gjárkvøldið, at Brimil kom á Fuglafjørð við trolbátinum, eftir at hann seinnapartin í gjár hevði fingið trolposan um skrúvuna, tá ið teir vóru til fiskiskap eystanfyri.
Tá Brimil hevði sleipað Dýrindal til Fuglafjørð, fóru kavarar frá Brimli og skóru trolposan av skrúvuni. Dýrindal fór aftur til fiskiskap um eitt tíðina í nátt.