Kavarar, sum arbeiða fyri donsku løgregluna, hava nú eisini funnið eina sag á havbotninum út fyri Køge.
Kriminalteknikararnir eru í holt við at kanna um sagin, sum er funnin nærindis rutuni hjá kavbátinum Nautilus feigdarnáttina hin 11. august, kann hava nakað við Peter Madsen og svenska journalistin, Kim Wall, at gera.
Undir einari av avhoyringunum av Peter Madsen snakkaði hann um eina sag í kavbátinum, og hann segði, at hetta er ein sag við appilsingulum handtaki.
- Vit hava leitað eftir einari sag, og nú verður kannað, um hetta er hon, sum vit leita eftir í samband við kavbátamálið, sigur løgreglan í tíðindaskrivi í morgun.
Danska løgreglan heldur, at sagin kann fáa stóran týdning í kanningararbeiðnum í samband við deyða Kim Walls, tí líkið av henni varð stykkjað sundur.
Løgreglan fer nú at royna at finna út av, um dna hjá svenska journalistinum kanska kann finnast á sagini.
Kavarar, sum løgreglan hevur brúkt í kanningararbeiðnum, hava funnið høvd og bein av Kim Wall, og frammanundan varð kroppurin – uttan høvd, armar og bein – funnin.
Svenski journalisturin bleiv burtur, eftir at hon hevði verið úti og siglt saman við uppfinnaranum, Peter Madsen, í kavbáti hansara hin 11. august.
Peter Madsen hevur sagt, at Kim Wall doyði av vanlukku, tá hon fekk tunga lúku í kavbátinum í høvdið, men nú kavarar funnu høvdið, og tað er vorðið kannað, vístu kanningarnar eingi tekin um skaða.
Uppfinnarin noktar seg framvegis sekan í at hava dripið og stykkjað sundur ungu svensku kvinnuna.