Kavarar fingu viðhald

Ein nýggj frágreiðing staðfestir, at nógvir av teimum kavarunum, sum arbeiddu í oljuvinnuni, tá hendan vinnan tók seg upp í Noregi, høvdu alt ov ringar arbeiðsumstøður, og at nógvir teirra fingu varandi mein av arbeiðinum.

Í frágreiðingini stendur, at 18 av teimum umleið 350 kavarunum fingu so stórar sálarligar trupulleikar, at teir valdu at taka lívið av sær. Nógvir aðrir hava mist familjuna, aðrir húsini, og nógvir hava stórar rúsdrekkatrupulleikar. Frágreiðingin sigur, at hóast læknarnir hjá kavarunum ávaraðu myndugleikarnar, vildi eingin lurta eftir teimum.

Ein av kavarunum, tann 53 ára gamli Tom Halvorsen, sigur við norska útvarpið, at kavararnir vórðu misnýttir í sjeytiárunum, tá tað ráddi um at fáa fatur á oljuni á norska landgrunninum. Hann vísir á, at kavararnir vóru teir einastu, sum ikki vóru umfataðir av lógini um arbeiðsumhvørvi, og at hetta stóð við í fimtan ár. Í fleiri ár fingu myndugleikarnir at vita, hvussu vorðið var, uttan at nakað varð gjørt við tað, sigur hann. Nú heldur hann, at kavararnir eiga at verða skrásettir, so teir kunnu fáa endurgjald.