Kavarar fingið prógv

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 19. august 2005 fingu 4 næmingar altjóðagóðkent prógv sum Open Water kavarar frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Teir hava luttikið í undirvísing í kavarateori, kaving í svimjuhøll og kaving í sjónum.

Næmingarnir: Ingi Sørensen, Divemaster-lærlingur, Jón Ingi Johansen, Divemaster-lærlingur, Sólbjørn Sakariasson, OWD-kavari, Eli A. Borgarklett, OWD-kavari, Fríði S. Hammer, OWD kavari, Dánial Petur Abrahamsen, OWD kavari, og Janus Joensen, kavarainstruktør