Henda myndin, sum norski myndamaðurin, Thorbjørn Riise Haagensen, tók leygardagin, ferðast nú dúgliga úti á netinum.
Myndin er av einum bussteðgiplássi, sum meiri ella minni liggur fjalt í øllum kavanum, sum er komin niður í Tromsø seinastu vikurnar.
Sjálvur sigur myndamaðurin við www.nordlys.no, at hann eigur nógvar góðar kavamyndir úr Tromsø sum lýsa stóra kavan, nú várið annars er í hondum.
- Tað eru ikki bara fólk í Tromsø, sum hava "deilt" myndina á netinum, men eisini nógv onnur - og fólk úr ymiskum heraðshornum í heiminum, sigur Thorbjørn Riise Haagensen.
Lítið man vera at ivast í, at tað fer at taka sína tíð at bíða eftir hesum bussinum.