Kavaæl komandi dagarnar

Eitt rák av kaldarli luft av landnyrðingi liggur framvegis yvir okkum. Mitt í komandi viku fer eitt lágtrýst frá Bretlandi í ein norðan beint eystan fyri Føroyar.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, stundum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin beint yvir frostmarkinum, men í nátt niður í 5 kuldastig.

 

2, páskadag

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin um dagin beint yvir frostmarkinum, men um náttina niður í 5 kuldastig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum spakuliga øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, og um náttina í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og kavaæl, seinni skýggjað og um náttina kavi og vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Um náttina snarar hann í ein útnyrðing. Mes skýggjað og avfall, lutvíst sum kavi ella vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og stundum regn ella vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 hitastig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 4 og 8 stig.