Kavaódn kravt 40 mannalív í Kina

Veturin er komin óvanliga tíðliga í Mið- og Norðurkina í ár, og tað hevur kavað illa í fleiri dagar. Minst 40 fólk hava hava latið lív í illveðrinum, og umleið 9.000 hús av ymiskum slagi eru hoyknað undan tí nógva kavanum.

Myndugleikarnir hava flutt 158.000 fólk burtur úr vandaøkjunum.

Kinesiska veðurstovan sigur, at tað hevur ikki kavað so illa har, síðani fólkalýðveldið bleiv skipað í 1949.