Kaupthing koppaði Eik

Bæði nýggi umboðsmaðurin hjá Finansiel Stabilitet, Jørn Astrup Hansen, og serfrøðingur, Sosialurin hevur tosað við eru samdir um, at Kaupthing Danmark koppaði Eik.

Odd Bjellvåg, nevndarformaður í Eik, segði á tíindafundi í gjárkvøldið, at kapitalstýring og kapitalspjaðing eru orsøkirnar til, at Eik Banki mátti lata lív. Men hann avsannaði, at keypið av Kaupthing hevði verið orsøkin til fallið.
Hetta eru tó bæði nýggi umboðsmaðurin hjá Finansiel Stabilitet, Jørn Astrup Hansen, og serfrøðingur, Sosialurin hevur tosað við, ósamdir við.
- Tað er eingin loyna, og tað er bara at hyggja at roknskapinum so sæst, at tað er Kaupthing Danmark, sum hevur verið truðulleikin hjá Eik, sigur serfrøðingurin.
Og trupulleikin hjá Kaupthing Danmark var júst tann, sum Odd Bjellvåg umrøddi á tíðindafundinum, nevniliga. at stýringin av útlánum og spjaðingin gjørdu, at Kaupthing Danmark var so tengt at ognarmarknaðinum.
- Teir høvdu lánt út pengar við trygd í bygningum, og í góðu tíðunum var tað ikki ein trupulleiki sum so. Men tá tann marknaðurin kollapsaði, stóð bankin, sum tá var yvirtikin av Eik, við einari rúgvu av stórum útlánum, men við ongari trygd, sigur serfrøðingurin.
Hetta førdi sjálvandi til stórar avskrivingar, sum parturin í Føroyum so veitti trygd í. Og hóast Eik samtakið helt seg hava framt nóg stórar niðurskrivingar, kravdi Fíggjareftirlitið nú munandi størri skurð, og tað kravdi so hesar 2,2 til 2,6 milliardirnar í kapitalinnspræning.
Og sum nevnt var tað Kaupthing Danmark, sum koppaði Eik.
- Keypið av Kaupthing í Føroyum og av Scandia internetbankanum tyngdu als ikki Eik, vóru helst ein góð íløga, men váðafúsi lánspolitikkurin saman við alheimsfíggjarkreppuni koppaðu Eik samtakinum í síðsta enda, sigur serfrøðingurin, Sosialurin hevur tosað við.