Kaupthing hóttir Ekstra-Bladet

Seinastu vikurnar hevur danska Ekstra-Bladet havt eina røð av greinum um íslendskan búskap. Millum annað verður her sagt, at Kaupthing hevur gjørt sær dælt av einum ávísum modelli fyri skattaundandrátt, umframt at bankin hevur samband við hvíttvasking av svørtum peningi úr Russlandi. Nú hevur bankin svarað aftur, og umvegis advokatin hevur Kaupthing nú sent bræv til Ekstra-Bladet. Har sigur blaðstjórin, Bent Falbert, at blaðið einki skeivt hevur skriva, og at tað tí er ivasamt, hvørt tey fara at laga seg eftir krøvunum frá Kaupthiing.