Kaupthing

TíÐindaskriv

2002 eitt ár við stórum avbjóðingum

At 2002 fór at vera eitt ár við enn størri avbjóðingum á virðisbrævamarknaðinu m enn 200 og 22001 var við ársbyrjan ikki væntandi.
Úrslitið á 72 tkr. er, um sæð verður burtur frá umstøðunum ikki nøktandi, men um sera vánaligu marknaðarviðurskiftini verða tikin við í myndina, kann úrslitið hóast alt metast vera nøktandi. Inntøkurnar í samband við ognarrøkt eru falnar, men vinnutænastur og virðisbrævahandil í ávísan mun hava útjavnað lækkandi inntøkurnar frá ognarrøktini. Harumframt er útslitið eisini merkt av einum kurstapi á 420 tkr.
Úrslitið av fíggjarpostum gjørdist 9.313 tkr., meðan samlaðu útreiðslur felagsins annars vóru 9.241 tkr. Fíggjarstøðan javnvigar við 12.359 tkr. Eginognin var við ársenda 2002 11.431 tkr. Og solvensurin var 142,3 í mun til minstakravið á 8%.
Vánaligu viðurskiftini á virðisbrævamarknaðunum í 2002 gjørdu umstøðurnar í sambandi við virðisbrævahandil sera truplar. Fallandi partabrævamarknaðir gjørdu at íleggjarar sum heild fluttu frá partabrøvum til lánsbrøv ella til innlán. Fyri Kaupthing Føroyar øktist røktin av láns-børvum í árinum, meðan røktin av partabrøvum minkaði men samanumtikið umsitir felagið umleið somu upphædd fyri viðskiftafólk, sum við ársenda 2001 ? t.e. umleið 1,1 mia.
Í farna árinum fór Kaupthing Føroyar veruliga at bjóða fram vinnutænastur, ella corporate finance tænastur, sum hetta eisini verður kallað. Móttøkan hevur verið góð og Kaupthing Føroyar hevur í árinum fyriskipað kapitalhækkingar fyri føroysk feløg og hevur verið ráðgevi í samband við størri ný- og umfíggingar hjá føroyskum fyritøkum. Eitt av tiltøkunum í hesum sambandi var at taka stig til at seta á stovn fyrsta privata framtaksfelagið í Føroyum ? Notio Framtaksfelag P/F