Songkvinnan Katy Perry fer at ganga í fótasporunum hjá Snoop Dogg og Christina Aguilera, tá ið hon fer at vera vertur til MTV Europe Music Awards í ár.
Tá ið sendingin fer í luftina frá Liverpool, verður tað fyrstu ferð ?I Kissed a Girl?-songkvinnan fer at vera vertur fyri so nógvum fólki. Framleiðararnir eru glaðir um val teirra.
- Hon er ein av teimum frískastu og mest succesfullu listafólkunum, sum er komin fram á altjóða tónleikarpallin í ár, sigur Richard Godfrey, framleiðslustjóri. ? Í ár vildu vit fegin hava ein óformellan og avslappaðan vert, sum hevði eitt musikalskt twist og her hildu vit, at Katy var perfekt.
Umframt at vera vertur við handanina í ár, er Katy Perry eisini sjálv nominerað í tvær kategori?ir ?Best New Act? og ?The Most Addictive Track?.