Popp kvinnan Katy Perry er tann fyrst kvinnan nakrantíð, sum hevur fingið fimm løg ovast á Billboards Hot 100 hit lista av somu fløgu. Einans ein tónleikari hevur gjørt hetta áður, og tað er Michael Jackson.
Talan er um løg frá fløguni Teenage Dream, og fløgan er samstundis tann einasta fløgan, sum hevur fingið fimm fyrstapláss á Billboard Pop Songs hitlista. Tað upplýsir Gaffa.dk umvegis Billboard.
Seinasta staklagið frá songkvinnuni, Last Friday, hevur í vikuni lagt seg ovast á Billboard Hot 100 hitlista. Hetta viðførdi, at Katy Perry og Michael Jackson nú eru á jøvnum hvat hesum viðvíkur.
Michael Jackson nýtti einans nýggju mánaðir og tvær vikur um at fáa fimm fyrsta pláss frá fløguni Bad, meðan Katy Perry nýtti eitt ár, tveir mánaðir og eina viku at fáa sama úrslit.