Rúmdarrakettin "New Shepard" og eitt rúmdarhylki við songkvinnuni Katy Perry umborð komu aftur á jørðina í Texas seinnapartin í dag okkara tíð.
Tað vísa beinleiðis sjónvarpsmyndir frá BBC.
Rúmdarrakettin hevur verið uppi í umleið tíggju minuttir.
Rúmdarfelagið Blue Origin stendur aftan fyri privatu rúmdarflúgvingina. Felagið eigur ríkmaðurin og stovnarin av Amazon, Jeff Bezos.
Umframt Katy Perry vóru unnusta Jeff Bezos, journalisturin Lauren Sanchez, umframt journalisturin og verturin Gayle King, borgararættindaaktivisturin Amanda Nguyen, rakettvísindafólkið Aisha Bowe og filmsframleiðarin Kerianne Flynn umborð.
Fleiri kendir amerikanarar vóru komnir hyggja eftir, tá rúmdarrakett varð send upp og tá tær lendu aftur løtu seinni - teirra millum sjónvarpsverturin Oprah Winfrey, realitystjørnan Kris Jenner og dóttir Jenners Khloé Kardashian.
Rakettin varð skotin upp frá Launch Site One í Vestur-Texas á jørð, sum Jeff Bezos eigur.
Rakettin var fullsjálvvirkandi. Hon fleyg umleið 100 kilometrar upp í luftina, áðrenn hylkið við kvinnunum umborð varð loyst frá rakettini.
Á leiðini fóru tær seks kvinnurnar yvir um Kármánðlinjuna, sum er markið millum lofthavið á jørðini og rúmdina, og upplivdu nakrar fáar minuttir av tyngdarloysi.
Rakettin kom aftur á staðin, har hon varð skotin av, meðan rúmdarhylkið lendi í einum dustskýggi í einum øki nærhendis.
Eftir nakrar minuttir á jørðini stigu tær seks kvinnurnar út úr rúmdarhylkinum til løogvabrestir og hugna frá teimum, sum vóru til staðar.
Tað er fyrstu ferð síðani 1963, at ein kvinnulig manning fer út í rúmdina.
Tá var tað russiski kosmonauturin Valentina Tereshkova, sum ferðaðist á einari ferð út í rúmdina. Hon var fyrsta kvinnan í Rúmdini.
Tað er ikki kunngjørt, hvussu nógv ferðin kostaði.
/Ritzau/