Katy Perry ger ikki ein "Beautiful Liar"

Tær báðar songkvinnurnar, Katy Perry og Rihanna, hava leingi havt ætlanir um at syngja ein sang saman. Orsøkin til, at vit ikki hava hoyrt nakran sang enn, er, at Katy Perry ikki vil gera nakað, sum minnir um sangin "Beautiful Liar, sum Beyoncé og Shakira syngja saman.

 

Í eini samrøðu við bretska útvarpið BBC Radio 1 greiddi Perry frá, at av tí at fólk hava tosað so nógv og leingi um samstarvið millum seg og Rihanna, so skulu tær gera eitt ordiligt hitt, og tað kann taka sína tíð. Katy Perry vil bara ikki gera "ein Beyoncé og Shakira".

 

- Samstarvið hjá okkum er blivið hype´að til tað heilt stóra, so vit eru noyddar til at levera vøruna. Eg ætli, at tað skal verða ein sangur, sum verður líka stórur sum "Sisters Are Doin´It For Themselves" hjá Eurythmix og Aretha Franklin og ikki "Beautiful Liar". Hvussu vónbrotin heldur tú ikki, fólk fara at vera, um sangurin verður útgivin og als ikki er góður? Viðhvørt má mann bíða eftir góðum tingum, sigur Katy Perry um stóra hittið, sum fjepparar framvegis mugu bíða eftir.