Katuaq er húsið hjá grønlendingum

Katuaq - mentanarhús Grønlands er ein miðdepil í grønlendska høvuðsstaðnum, eitt týðandi stað í tí stóra landinum, og eitt serstakt stað í heiminum

Katuaq-mentanarhús Grønlands, sum hevur tvey ár á baki, hevur júst givið út faldara um stovnin. Stjórin í Katuaq, Jan Kløvstad, ið fer frá nú, hevur leitað sær hjálp úr Føroyum til at gera faldaran, frá Gunnari Hoydal, rithøvundi. Faldarin er skrivaður á fimm málum, grønlendskum, donskum, føroyskum, íslendskum og enskum.

Hetta er fyrstu ferð, at ein mentanarstovnur uttan fyri Føroyar prentar ein faldara á føroyskum og tað er fyri at gera vart við góða samstarvið millum Føroyar og Grønland. Gunnar Hoydal hevur ábyrgdina av føroyska, danska og enska tekstinum í hesum litríka faldaranum um størsta mentanardepilin í Grønlandi. Íslendsku útgávuni hevur Einar Már Gudmundsson, sum hevur fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, staðið fyri.

Í Katuaq-mentanarhúsi Grønlands er nógv virksemi. Har verður skipað fyri konsertum, sjónleiki, listaframsýningum, fyrilestrum og upplestri, fundum, skeiðum og stórum ráðstevnum. Harumframt hittast fólk har dagliga at práta í kaffistovuni, Cafétuaq. Árliga keypa meira enn 130.000 gestir atgongumerki til tiltøk í húsinum, og ráðstevnudeildin er vertur fyri heimligum, landsumfatandi ella altjóða ráðstevnum við meiri enn 8000 gestadøgum árliga. NAPA/Norðurlandastovnurin í Grønlandi, býarorkestrið í Nuuk og sjónleikarbólkurin Silamiut hava fast tilhald í húsinum.

Katuaq-mentanarhús Grønlands, er húsið hjá grønlendingum sjálvum. Við støði í húsinum verður skipað fyri rundferðum um alt Grønland við grønlendskum og útlendskum listafólki, og grønlendska útvarpið og sjónvarpið flyta nógv tiltøk beinleiðis hiðani til allar grønlendingar. Katuaq er samstundis grønlendska vindeygað móti umheiminum við serstøkum denti á Norðurlond og á inuitfólkið í Kanada, Alaska og Chukotka í Sibiria.

Húsið varð tikið í nýtslu 15. februar í 1997.