Kattakongur er kongafiskur

Tann froskmaðurin, ið slær tunnuna niður á Havnarvág leygardagin, verður ikki katta kongur, men kongafiskur. Tórshavnar Froskmannafelag skipar fyri tunnusláing fyri froskmenn leygardagin kl 14

Leygardagin kl 14 skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri tunnusláing á Bursatanga í Havn. Hetta hevur verið ein afturvendandi táttur, sum av froskmonnum kring landið og áskoðarum hevur verið sera væl dámt.
Tað er ikki neyðugt at vera limur í Tórshavnar Froskmannafelag fyri at vera við til sjálva tunnusláingina, men øll sum eiga drakt eru vælkomin.
Tórshavnar Froskmannafelag, sum hevur 45 ár á baki, hevur seinastu mongu árini skipað fyri tunnusláing á sjónum. Hendan løtan er vanliga sera skemtilig bæði fyri limirnar og ikki minst fyri teir mongu áskoðarar, sum vanliga leita sær oman á Bursatanga hendan dagin. Børnini eru sjálvandi tey, sum stuttleika sær mest yvir hesar menn og kvinnur, sum ikki himprast við at leypa eftir høvdinum av bryggjuni á bláman.
Tann, ið slær tunnuna niður verður róptur fyri »Kongafiskur« og um-framt at verða blakaður upp á turt, fær hann sjálvandi eisini eina gávu fyri avrikið.
Vanliga verða kattakongar lyftir upp um høvd og bornir í gullstóli, men hetta letur seg sjálvsagt ikki gera á sjó-num. Tí endar tunnusláingin hjá Tórshavnar Froskmannafelag ofta við einum vinarligum bardaga, har kongafiskurin stríðist fyri lívinum fyri at halda høvdinum oman á vatnskorpuni.
Nýggi báturin hjá froskmannafelagnum, »NJØRÐUR« liggur sjálvandi eisini á Bursatanga henda dagin, og høvi verður hjá luttakarunum at royna vatnskíirnar á vágni.
Limirnir og makar teirra sláa tunnu í neystinum hjá froskmannafelagnum leygarkvøldið kl. 20, og aftaná fáa teir eina góða fiskasúpan í felagshølunum.
150 froskmenn úr øllum Føroyum eru limir í Tórshavnar Froskmannafelag.