Katrina Petersen í Tutli í dag

Í dag klokkan 15 spælir songkvinnan Katrina Petersen í Tutl handlinum á Káta Horninum í Havn. Katrina fer at føra fram løg av nýggju fløguni ? Colourless Day«, sum kom út í heyst.

 

Fløgan er spæld inn í »Studie Bloch« við Jónas Bloch sum ljóðteknikkara og Mikael Blak sum produsara.

 

Tónleikastílurin á fløguni er ein blandingur av indie-poppi og singer-songwriter.

 

Katrina hevur sjálv skrivað bæði tekst og tónleik til øll løgini. Hoyr meira á www.katrinasounds.com

 

Konsertin er ókeypis og opin fyri almenninginum.