Katrin í World Cup

Katrin Olsen er í hesum døgum við í World Cup kapping í Luzern. Kappingin byrjar í morgin og heldur fram til sunnudagin. Katrin er við í dupultfýrara í lættvekt. Hon rør saman við trimum øðrum donskum kvinnum, og tær sleppa veruliga at royna seg í kappingini. Í seinastu World Cup kappingini endau donsku kvinnurnar nummar 4, og tað verður sagt, at tær veruliga skulu rógva væl, um teir skulu vinna heiðursmerki í Luzern.