Kappróður
Tað er ikki sørt, at Katrin Olsen ger um seg innan rógviítróttina. Somikið nógv hevur hon gjørt um seg, at ein lýsing av føroyska róðrakvinnuni nú er at finna á internet-alfrøðini, Wikipedia.
Á síðuni, sum er á týskum, stendur millum annað um fyrstu róðrarárini hjá Katrini umborð á Jarnbardi, og hvussu hon síðani fór undir altjóða kappróðurin, tá hon flutti til Danmarkar.
Síðani 2002 hevur Katrin róð við danska landsliðnum, og eru tað ikki minst úrslitini her, sum hava gjørt alheimin varugan við navn hennara.
Komandi vikuskiftið skal Katrin rógva enn eina World-Cup stevnu. Hesa ferð verður tað í Amsterdam, har 750 rógvarar úr 42 londum taka lut. Fyrstu World Cup stevnuna hetta kappingarárið vann Katrin í dupultum scullara saman við Juliane elander. Hesa ferð hevur landsliðsvenjarin gjørt av, at manningin hjá kvinnuliðnum skal blandast nakað øðrvísi, og tí rør Katrin saamn við Sine Christiansen úr Hadsund. Vónin hesa ferð er, at danir fáa minst eina manning í finaluna, men talan verður um sterka mótstøðu. Eitt nú frá Kina, sum hevur fýra manningar við, meðan eisini Finnland, Pólland og Týskland hava sterkar manningar.