Katrin Wardum í Smiðjuni

Hetta vikuskiftið sýnir Katrin Wardum fram málningar og vatnlitsmyndir í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Hetta er fyrsta sjálvstøðuga framsýningin hjá Katrini, men hon hevur málað ein stóran part av lívi sínum, og hon hevur eitt nú í fleiri ár verið við á ólavsøkuframsýningini hjá Lions. Katrin hevur verið á skeiðum bæði í Føroyum og uttanlands. 


Málningarnir mynda landsløg og fólk. Tað føroyska sæst týðiliga aftur í flestu myndunum, ikki bara í fjøllum og bygdum, men eisini í søgunum millum fólkini. 


Listaframsýningin hjá Katrini Wardum í Smiðjuni í Lítluvík letur upp fríggadagin kl. 16. Opið er leygardagin frá kl 11-18, sunnudagin 14-18. Mándagin og týsdagin er opið 16-20.