Katrin sigur úr Eysturríki, at tey venja sera hart, og tí ræður um at hvíla í frítíðini. Komandi vikuskiftið verður ein regatta á skránni í býnum, har Katrin venur, og hesari fara tey at luttaka í. Danska landsliðið væntar sær kanska ikki so harða kapping, men Katrin gleðir seg til kappingina og sigur, at hetta er nakað serligt fyri íbúgvarnar har.