Katrin var stóri sigursharrin

Føroyski rógvarin, Katrin Olsen, gjørdist stóri sigursharrin í rógvikappingini í Brabrand um vikuskiftið, tá hon vann bæði gull hjá kvinnum og monnum ávikavist sum rógvari og stýrimaður

KAPPRÓÐUR

 

Danmarksmeistaraskapurin í rógving, sum skuldi vera um vikuskiftið, bleiv ikki hildin orsakað av keðiliga veðrinum. Men av tí at so nógvir rógvarar úr bæði Danmark og Føroyum vóru møttir til kappingini, valdu fyrireikararnir tó at skipa fyri einari kapping, so nógvu rógvararnir sluppu ein túr út á vatnið.

Fyrireikararnir valdu at strika kapppingina hjá útriggarunum, og tí vóru tað bert fýra mans innriggarar, sum vóru við í kappingini. Hetta gjørdi, at føroyska manningin úr Knørrafelagnum var noydd at finna tvær aðrar kvinnur at rógva saman við teimum, men hetta gjørdist tó ikki tann stóri trupulleikin.

Katrin Olsen og Hildur Enni, sum fyrr hava róð við Jarnbardi, fóru báðar at rógva við føroyska bátinum, og henda samansetingin vísti seg at rigga væl. Føroyski báturin vann nevniliga gull í kappingini hjá kvinnum, og so var fyrsta gullmerkið hjá Katrin Olsen komin í hús.

 

Katrin vann eisini hjá monnunum

Sjálvt um tað bert vóru tvær kappingar á skránni henda dagin – ein hjá kvinnum og ein hjá monnum – so eydnaðist tað Katrin Olsen at vinna gullheiðursmerki í báðum róðrunum.

Hjá monnunum skuldi hon nevniliga verið stýrimaður á tí eina bátinum, og hetta gekst eisini sera væl. Í innleiðandi umfarinum megnaðu tey at rógva seg í finaluna, og sjálvt um kappingin var hørð í finaluni, so megnaðu Katrin og teir fýra menninir á hennara báti at vinna róðurin, og sostatt gjørdist Katrin stóri sigursharrin henda dagin, tá ið hon vann báðar róðrarnar.