Katrin tryggjaði vinmanni 50.000 skattafríar krónur

- Eg spæli fyri ein vinmann, sum er til arbeiðis, segði kvinnan úr Klaksvík, sum tryggjaði manninum, sum sjálvur ikki hevði stundir at spæla Gekk, 50.000 krónur.

Tað var Katrin á Gravarbø í Klaksvík, sum ringdi inn í gekka-spælinum í kvøld, og hon gjørdi ikki matari enn at tryggja einum útlendskum vinmanni, sum býr í Føroyum, 50.000 krónur, meðan hesin var til arbeiðis.

 

Høvuðsvinningurin í kvøld, sum allur lá í gula leypinum, var á 600.000 krónur.  Í reyða leypinum var ein Volvo-bilur og í bláa ein luksus uttanlandsferð við góðum lummapengum.

 

Hóast tað ikki eydnaðist fjarritaranum úr Klaksvík at fáa hjólið at steðga á nøkrum leypi við teimum gyltu vinningunum, hildnaðist tað kortini væl í gekka-spælinum hjá Katrini á Gravarbø í kvøld.

 

Tí, fyri hvønn drátt, vaks peningaupphæddin!

 

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, og í øðrum drátti økti hon krónutalið upp í 40.000 krónur. Hesaferð ivaðist hon eitt bil, men helt, at hon eisini fór at brúka seinasta møguleikan.

 

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 50.000 krónum, sum slett ikki er nakar ringur vinningur. Tað merkir, at fjarritarin í hvørjum drátti økti um krónutalið - úr 20.000 upp í 40.000 og at enda upp í 50.000 krónur.

 

- Hatta var stuttligt, helt fjarritarin í Klaksvík fyri. Vertur í gekka-spælinum í kvøld var Magnus Magnussen, og hann fekk at vita, at fjarritari og vinnari høvdu avtalað at býta ein møguligan vinning.

 

So, er spurningurin, um maðurin, sum var til arbeiðis, hugsaði um høvuðsvinningin, ella um avtalan var generell. Líkamikið, so tryggjaði Katrin á Gravarbø hesum manni heilar 50.000 skattafríar krónur í kvøld.

 

Og tað skuldi ikki verið so galið at komið heim aftur til, tá arbeiðsdagurin er lokin!