Katrin skal stjórna Hvannasundi

Á fundi í Hvannasunds kommunu fyrr í vikuni varð Katrin Næs (myndin) vald sum nýggjur bygdaráðsformaður.

Hetta hendir eftir at verandi borgarstjórin, Veronika Petersen hevur biðið um farloyvi tað komandi hálva árið av persónligum ávum.

Sambært Norðlýsinum býr komandi borgarstjórin í Hvannasundi, ið er ein av seks bygdum í kommununi. Hinar eru Múli, Fossá, Norðdepil, Depil og Norðtoftir. Íalt búgva 430 fólk í kommununi.

Katrin Næs er 58 ára gomul, hevur lisið á Fróðskaparsetrinum og arbeiðir dagliga sum studentaskúlalærari.

Hon tekur við formansstarvinum um mánaðarskiftið – 1. juli 2011.

Við seinasta kommunuval vórðu hesi vald í kommununa: Veronika Petersen, John Kári Jacobsen, Irdi Jacobsen, Livar Nysted og eisini Katrin Næs.