Føroyski kapprógvarin í Danmark Katrin Olsen er í hesum døgum við í World Cup kapping, sum verður hildin í Munchen í Týsklandi. Tær fýra kvinnurnar, sum vanliga manna danska lættvektsfýraran, rógva í tveimum bátum til kappingina. Katrin Olsen rør saman við Kiristen Kirk Jepsen, og tær fáa harða mótstøðu, tí sera sterkir rógvarar eru við í kappingini. Kappingin í Týsklandi byrjaði í gjár, og hon heldur fram í dag og í morgin.










