Katrin rør í Lüzern

Seinasti world-cup róðurin í ár verður í Lüzern um vikuskiftið. Katrin Olsen er aftur millum luttakararnar á danska landsliðnum, og hesa ferð eru vónirnar um sigur ikki heilt ongar. Kinversku róðrarkvinnurnar taka nevnliga ikki lut í kappingini. Talan verður tó kortini um kapping, tí millum tær 20 manningarnar, sum eru tilmeldaðar, eru bátar úr eitt nú Canada, Australia og USA. Til ber at fylgja róðrunum á www.worldrowing.com