Tað er so í lagi, at honum ikki dámar at landsins sterkasti fjølmiðil arbeiðir kritiskt heldur enn bara at loyva politiskum valevnum fram at mikrofonini.
Men hann spyr í síni viðmerking, um tað er tilætlað, at Øssur Winthereig er vertur á sendingunum.
Eg kann sum tíðindaleiðari siga »Ja! Tað er tilætlað.«
Tí tað at stýra sjey valkjakum krevur sín mann. Í lesarabrævinum verður eisini spurt, hvørja dagsskrá sjónvarpið hevur. Dagsskrá okkara fram til valið er at geva hyggjarunum eina so sanna mynd sum gjørligt av, hvat býr í teimum politikarum, sum stilla upp.
Tað sampakkar væl við tað arbeiðið, Øssur Winthereig hevur gjørt, meðan hann hevur verið í farloyvi frá sjónvarpinum.
Tí tað er júst tað, sum kann sigast um bókina, hann sjálvur annar hevur skrivað. Hon leggur upplýsingar fram, so vit fáa eina meira fullfíggjaða mynd av ávísum politikarum.
Hetta eitur kritiskur, borandi journalistikkur.
Og tann dagin, tað IKKI er ein fyrimunur fyri arbeiðsmøguleikarnar hjá einum journalisti, at hann er kritiskur - tann dagin skulu vit bara sløkkja sendaran hjá SvF, lata politisku flokkarnar gera sínar egnu sendingar, og annars biðja journalistarnar royna at skaffa sær jobb sum samskiftisráðgevar. Jón Tyril er uppstillaður fyri Tjóðveldisflokkin og er tí politikari.
Og politikarar í einum fólkaræði hava eina serliga skyldu at lata vera við at royna at undirgrava trúvirðið hjá einum týdningarmiklum parti av fólkaræðinum, óheftum og kritiskum fjølmiðlum.
Tað er tá fjølmiðlar IKKI eru tað, at tú kann skriva lesarabrøv við yvirskriftini »SVF spælt fallitt«.