Katrin Ottarsdóttir: Eg eri altíð »on«

Katrin Ottarsdóttir vaks upp í einum heimi, sum var merkt av sálarsjúku og tøgn. Hesar upplivingar leggja lunnar undir nýggja langfilmi hennara, LUDO, sum væntandi verður frumsýndur í maj/juni

 

- Um hendan familjan hevði livað í dag, so hevði eg nokk verið fjernað. Eg eri uppvaksin við, at læknar komu mitt um náttin at geva henni sproytur fyri migrenu, tí tað hevði hon eisini…. Men har var eingin verulig hjálp hjá henni at fáa.

 

Soleiðis sigur Katrin Ottarsdóttir í samrøðu við Ingunn í Skrivarastovu í blaðnum Mentan. Hetta er fyrstu ferð, at Katrin Ottarsdóttir tosar alment um, hvussu tað var at vaksa upp sum smágenta í einum heimi, sum var merkt av sálarsjúku og tøgn. Júst barndómurin leggur lunnar undir nýggja langfilmi hennara, LUDO, sum væntandi fær frumsýning í maj/juni.

 

Sjálvbiografiskur filmur – og tó

Katrin metir, at sjálvt um filmurin tekur støði í sjálvbiografiskum evnum, so er filmurin nakað øðrvísi. Men samanumtikið snýr tað seg um, hvussu smágentan og pápin noyðast at lodda dýpið, tí mamman er so nervaveik.

 

- Eg komi inn á tøgnina heima við hús og ta altdominerandi mammuna, sigur Katrin Ottarsdóttir.

 

Mamma Katrina var sálarliga sjúk, og hon metir, at mamman ikki fekk ta hjálp, henni tørvaði. Mamma hennara var ein vøkur og errin kvinna, fangað í 50´ara idealinum av teirri fullkomnu húsmóðurini við teimum yvirhonds stóru krøvunum. Hon hevur nokk ikki havt hatta í sær, heldur Katrin. Tí kendi hon tað, sum dugdi hon einki. At vaksa upp í einum heimi, merkt av sálarsjúku og tøgn, hevur ávirkað Katrina og hennara list.

 

»Eg eri altíð on«

Katrin flutti til Danmarkar sum átjan ára gomul. Tá hevði hon eina dóttir, sum var hálvtannað ára gomul. Hon sigur, at hon flutti burtur, tí tað var neyðugt, til tess at yvirliva sum menniskjað og ikki drukna í sálarsjúkuni heima. Hon heldur, at ein orsøk til, at hon enn fæst við at gera film, hóast alla mótgongdina er, at hon hevur upplivað ruðuleika í barnaheiminum. Tí hevur hon eina góða barlast. Tað hevur gjørt hana treiska, og nú kennir hon seg fit for fight.

 

- Tað er hetta, at mann allatíð er »on«. Eg mekri beinanvegin huglagið, tá eg komi inn í eitt rúm, har tað kanska er onkur, sum ikki hevur tað gott. Ella øvugt.. Av tí sama eri eg ofta ræðuliga móð, tá eg eri saman við nógvum fólkum, tí mann kann ikki bara vera, sigur Katrin Ottarsdóttir. Hon sigur víðari, at

 

- Summar tíðir klári eg betur at liva við tí, aðrar tíðir verri. Og so hesin yvirvaksni sjálvkritikkurin, og altíð at vera órólig. Tað hevur eisini gingið hart útyvir sjálvsvirðið, men eg sleppi ongantíð av við hetta.

 

Tó sigur Katrin, at hon kann brúka allar hesar kenslurnar til at skriva yrkingar og gera film.

 

- Tað ger, at mann ikki blívur heilt til frens, ha? Sigur hon við einum smíli. Katrin sigur, at hon vónar, at umsetingin av einum so persónligum teksti um tøgnina til filmsmál fer at eydnast.

 

- Men tað er altíð tað, sum er vandin, sigur hon at enda og flennir hjartaliga.

 

Les meira um Katrin Ottarsdóttir í blaðnum Mentan.