Katrin Ottarsdóttir heiðursgestur á filmsstevnu

Katrin Ottarsdóttir, filmskvinna, er boðin við sum heiðursgestur á árligu íslendsku dokumentarfilmsstevnuna, Skjaldborg, ið verður á Patreksfirði 21.-24. mai.

Hetta er fjórða árið á rað, at dokumentarfilmsstevnan Skjaldborg verður hildin. Stevnan er filmsstevna fyri íslendskar dokumentarfilmar, og sýndir verða einir 30 nýggir íslendskir dokumentarfilmar hvørt ár. Heitið á stevnuni er eftir biografinum Skjaldborgarbió í Patreksfirði, og fer øll stevnan fram í hesum biografi.

Hóast stevnan ikki er ein altjóða filmsstevna, verður á hvørjum ári ein útlendskur filmsskapari boðin at vera heiðursgestur og at vísa nakrar av sínum filmum á stevnuni. Í ár eitur heiðursgesturin so Katrin Ottarsdóttir, og fer hon at vísa seinastu tríggjar dokumentarfilmar sínar - »Eingin kann gera tað perfekta« um Hans Paula Olsen, »Ein regla um dagin má vera nokk!« um Tórodd Poulsen og »Sporini vaksa úr orðum« um Jóanes Nielsen - á stevnuni. Undir pallsamrøðu við Katrina verða eisini víst brot úr spælifilmunum »Atlantic Rhapsody« og »Bye Bye Blue Bird«.

Heimasíða fyri stevnuna:

http://skjaldborgfilmfest.com