Katrin Ottarsdóttir á donskum

Í 2013 fekk Katrin Ottarsdóttir Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkingarsavnið “Eru Koparrør Í Himmiríki”. Nú er savnið útkomið á donskum á forlagnum Torgarð.

 

Katrin Ottarsdóttir fæst framvegis við film; “Ludo” er heitið á seinasta filminum – hann kom út í 2014.

 

19. apríl verður bókamóttøka og filmsframsýning í Husets Bio í Keypmannahavn. Katrin Ottarsdóttir fer at siga nøkur orð um yrkingasavnið, lesa yrkingar, og fortelja um filmin.

 

Eftir sýningina fer Katrin Ottarsdóttir at signera bøkur og práta við fólk á staðnum.

 

“Findes der kobberrør i himlen” snýr seg um hetta at vera einkarbarn sálarliga ridlutari mammu og passivum pápa. Yrkingarnar um at gerast ósjónlig, at finna seg sjálva – og um koparrørini, ið “lader vandet hvine sin svimlende englesang” í alt ov stóru og friðarligu húsunum.

 

Ludo er triðji filmur Katrins. Søgan spretti úr einari yrking hjá Katrin Ottarsdóttir, og er seigur, hypnotiskur og ekspressionistisktur sálarligur leikur um 11 ára gamla gentu, ið situr føst í vantrivnari familju. Filmurin er á føroyskum og hevur danskan undirtekst.