Katrin Olsen: Gleði meg til OL-setan

Eg skal royna at veittra, tá vit marchera inn?, skrivar OL-rógvarin, Katrin Olsen, sum í dag er partur av setanini av Olympisku Leikunum í Beijing. Í kvøld - tann 08.08.08 kl. 8.08 kinverska tíð - vera Olympisku Leikirnir settir í kinverska høvuðsstaðnum, og á fyrsta sinni er ein føroyingur millum teirra, ið er við til OL, og fer at berjast fyri at vinna gull í rógving.

Saman við Juliane Elander Rasmussen verður føroyingurin Katrin Olsen við til innmarsjin í kvøld.

?Tey siga, at tað er eitt upplivilsi fyri lívið, og tit kunnu ætla, vit gleða okkum?, skrivar Katrin Olsen í telduposti úr Beijing.

Tað og meira stendur at lesa á heimasíðuni hjá Eik Banka, ið er høvuðsstuðul hjá teimum báðum rógvarunum, sum skulu í kapping sunnudagin.