Katrin Olsen fer í land
– Um eg kann, so kunnu aðrir føroyingar sjálvsagt eisini, sigur Katrin Olsen, sum nú hevur veittrað rógvingini farvæl. Hon er farin í starv sum lækni og hevur ikki longur tíð at rógva
<InvalidTag content="" name="Title" />
<InvalidTag content="" name="Keywords" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />
Katrin Olsen hevur takkað fyri seg sum rógvari á hægsta stigi. Læknayrkið hevur drigið hana burtur frá ítróttini, sum hon hevur livað og andað fyri seinastu sjey árini. Yrkisleiðin hevur fingið sín enda.
Eftir standa upplivingar, sum eru flestu føroyingum sera fjarar. Sum ein av heimsins bestu kvinnuligu rógvarum var hon fyrsti føroyingur, sum tók lut í Olympisku leikunum, og hon hevur fleiri heiðursmerkir frá heimsmeistarakappingum at vísa á.
– Eg fari at sakna tað. Men hinvegin er tað eisini ein lætti, nú eg ikki skal avrika hvønn dag, sigur Katrin Olsen.
Hon er nú útbúgvin lækni. Tað verður í framtíðini ikki gjørligt hjá henni at hava fulltíðarstarv og at rógva kapp á hægsta stigi. Tí hevur Katrin Olsen sett sítt seinasta punktum.
<o:p> </o:p>
Øll kunnu<o:p></o:p>
Eyðmjúka Katrin Olsen er úr heilt serligum tilfari. Tað hevur hon prógvað við sínum framúrskarandi úrslitum á danska landsliðnum. Vilji, ágrýtni og kappingarlyndið hennara hava flutt hana úr róðrarneystinum hjá Knørri til OL í Beijing. Og hóast teinurin er drúgvur og langur, er Katrin Olsen lítið sinnað at gera nevnivert burtur úr sínum avrikum. Hon hevur bæði beinini væl fest í kjølinum.
– Um eg kann, so kunnu aðrir føroyingar sjálvsagt eisini, sigur hon.
Katrin Olsen hevur seinastu sjey árini lagað sítt lív eftir kappróðrinum. At vera yrkisrógvari krevur, at lívsstílurin er í tráð við møðandi venjingina, sum fer við so at siga allari frítíðini. Men hon iðrar seg ikki.
– Eg havi lært nógv um meg sjálva og mín kropp. Og hvussu eg skal handfara avbjóðingar og mótgongd. Men serliga tað at venja fram móti einum máli, sum er fleiri ár burtur og halda fram við at hava fokus. Eg havi verið gjøgnum fleiri úttøkur og avbjóðingar, sum hava givið mær eina rúgvu av royndum og lærdómi, sum eg kann brúka seinni í lívinum. Eg eri eisini sera takksom fyri møguleikan at hava íðka ítrótt, ferðast nógv og luttikið í stórum kappingum. Tað hevur verið fantastiskt, sigur Katrin Olsen.
<o:p> </o:p>
Byrjaði ov seint<o:p></o:p>
Við árunum í hond hevur Katrin Olsen, saman við bátsfelagnum Juliane Elander Rasmussen, bjóðað heimsins bestu av fleiri ferðir við bátaslagnum lættvekt dupultscullar. Glæsiliga yrkisleiðin við fleiri stórum sigrum bendir á eina ítróttarkvinnu, sum hevur tikið røttu avgerðirnar.
Men tað eru ikki fleiri enn 10 ár síðan, at nú 32 ára gamla Katrin Olsen av fyrstan tíð settist í ein lættan outriggara úr kolfibri. Í 1999 fór hon til Danmarkar at lesa til lækna og byrjaði at rógva við bátunum, sum seinni brýndu hana til eitt av fremstu føroysku ítróttarfólkunum nakrantíð.
– Eg havi ofta hugsað, at eg burdi byrja fyrr við hesum slagnum av báti. Annars iðri eg meg ikki um nakað. Eg havi lopið út í avbjóðingnar, og síðan tikið tað harfrá, sigur havnarkvinnan.
Katrin Olsen byrjaði at rógva í tungu føroysku træbátunum í 1995, tá hon var við til at leggja lunnar undir sigursrøðina hjá Jarnbardi.
<o:p> </o:p>
OL er hæddarpunktið<o:p></o:p>
Katrin Olsen hevur sagt endaligt farvæl við kappróður á hægsta stigi. Hon kann líta aftur á eina yrkisleið við óteljandi upplivingum. Men hæddarpunktið var sjálvandi OL í Beijing í 2008.
– Vit høvdu vant í sjey ár fram móti hesum sjey døgunum, vit vóru í Beijing. Hóast vit ikki rukku finaluplássi, var tað ein heilt ótrúlig uppliving. Men vegurin til Beijing var eisini sera spennandi. At síggja framstig og so hvørt at nærkast sínum máli er ein stuttlig og áhugaverd prosess, sigur hon.