Tá ið ein av heimsins bestu hondbóltsleikarum, Anja Andersen, var í Føroyum fyrr í ár og vandi føroyskar leikarar, segði hon, at um hon bar eyga við onkran góðan leikara, so kundi tað hent, at hon gav teimum møguleikan at spæla við Slagelse. Eftir at Anja Andersen gavst at spæla hondbólt, hevur hon verið venjari hjá Slagelse.
Eftir túrin hjá Anju í Føroyum bjóðaði hon Katrin á Neystabø úr Neistanum og Jacklin Durhuus úr VÍF at koma niður at venja við felagnum. Nú hava tær verið har niðri og vant í eina viku, og hondbóltsevnini hjá teimum báðum eru eftir øllum at døma sera góð, tí at Anja hevur givið teimum eitt tilboð um at spæla við Slagelse í eitt ár fyri fyrst.
Ætlanin er, at tær báðar fara aftur til Danmarkar fyrst í august, eftir at A-landsliðsvenjingarnar er lidnar. Slagelse skal syrgja fyri, at tær báðar fáa eina íbúð at búleikast í, og eisini syrgir felagið fyri, at tær fáa arbeiði, meðan tær spæla har. Um tær heldur vilja í skúla, er eisini møguleiki fyri tí. Seinni í hesi vikuni skuldu allir hesir smálutirnir koma uppá pláss. Tær skulu búgva í Slagelse, sum er ein býur beint uttanfyri Keypmannahavn við 40.000 íbúgvum.
Góðar umstøður
Katrin á Neystabø sigur sjálv, at umstøðurnar í felagnum eru avbera góðar og kunnu als ikki samanberast við tær í Føroyum. Har vóru fólk, sum syrgdu fyri øllum til leikararnar, so at tær bert skuldu hugsa um at spæla hondbólt.
Meðan tær báðar vóru í Slagelse var mest konditións- og styrkivenjing á skránni, av tí at spælararnir júst eru byrjaðir aftur eftir summarsteðgin.
Málið hjá Slagelse er at flyta upp í bestu deildina næsta kappingarár, og tað er eitt ófrávíkiligt krav. Við teimum góðu leikarunum, sum har eru, skuldi hetta ikki verið heilt ómøguligt.
Sterkt lið
Anja Andersen er í fer við at byggja eitt nýtt lið upp, og hon hevur keypt fleiri leikarar til felagið, síðan kom tók yvir sum venjari.
Slagelse hevur nevniliga eitt sera sterkt lið við fleiri góðum leikarum. Umframt tað, at Anja Andersen er venjari, spælir navnframa Janne Kolling við á liðnum. Hon var ein av ?jernladies?, sum vunnu EM, HM og OL við danska landsliðnum.
Eisini eru fleiri leikarar frá øðrum londum. Málverjin er úr Hollandi, leikarar eru eisini úr Suður Korea og USA og so ikki at gloyma tær úr Føroyum. Koreanarin hevur leikt fleiri ár við einum av bestu feløgunum í Noregi, Bækkelaget, har Anja Andersen eisini leikti, áðrenn hon fekk trupulleikar við hjartanum.
Tríggir av leikarunum í Slagelse spældu við ?Dream Team?, sum var eitt lið, ið Anja setti saman av teimum allarbestu leikarunum í heiminum. So tað eru sera góðir leikarar við altjóða royndum, sum Jakclin og Katrin skulu royna seg saman við í Slagelse.
Gekk hampuligt
Í venjingini gekk tað heilt hampuligt hjá teimum, men Anja sjálv var bara til staðar tveir av døgunum.
Tá ið Katrin verður spurd, um hon hevur nakrar vónir um at koma á liðið hjá Slagelse, svarar hon, at Anja Andersen hevur sagt við tær, at hon hevði ikki givið teimum henda møguleikan, um hon ikki trúði, at tær kundu koma á liðið.
Hópurin telur 19 leikarar harav 12 kunnu verða við í dysti. So tað er væntandi, at tær sleppa av royna seg á besta liðnum. Slagelse hevur eisini eitt 2. deildarfelag, har tær kunnu leika hvørja viku, so at tær ikki missa dystarvenjingina.
Um Anju sigur Katrin, at hon var sera blíð og fitt, men kravdi samstundis eisini nakað av sínum leikarum. At Anja er blíð og fitt, er ikki júst tað, sum vit, ið bara kenna hana frá sjónvarpinum, vænta av henni.
Katrin sigur, at hon stúrir eitt sindur fyri hesum nýggja ævintýrinum og at flyta til Danmarkar, men man má royna at taka møguleikan, meðan hann er har.
Tað skerst ikki burtur, at hetta er ein sera stór avbjóðing fyri tær báðar, Jacklin og Katrin. Hetta krevur nakað av teimum, og tað hjálpir kanska ikki nakað serligt, at tær nú mugu burtur frá familju og vinum, men ein slíkur møguleiki kemur ikki hvønn dag, og tí mugu tær royna at fáa sum frægast burturúr.hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.
Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.
Hvat fer at henda?
Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?
Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.
Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.
T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.
Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.
Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.
Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.
Pensjónsskipanir
Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.
Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.
Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.
Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.
V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.
Framhald
Jóannes Eidesgaard