Katrin og hvíta skjúrtið vaktu ans

Tað er eftir øllum at døma pláss fyri at eksperimentera við føroyskum klæðum, um dømast skal út frá móttøkuni á bólkinum Facebook-Bindiklubbur

Tá Katrin Sølvará legði út myndir á Facebook-Bindiklubbabólkin av øðrvísu klæðunum, ið hon hevði seymað upp undir undir ólavsøku, hevði hon væntað, at onkur fór at hava viðmerkingar til tað. Men ikki hevði hon væntað, at tað skuldi gerast so nógv burturúr.

Fleiri enn 250 viðmerkingar komu til uppslagið, og yvirhøvur var talan um konstruktivar viðmerkingar.

- Tað var spennandi at síggja, hvussu ymiskar meiningarnar vóru. Tað var faktiskt spennandi at lesa, sigur Katrin Sølvará.

Katrin heldur, at har er ein ávís sjarma í seyma sær klæðir, ið eingin annar hevur, hóast hon ásannar, at tey kanska ikki av røttum kunnu kallast "føroysk klæðir".

Klæðini hjá Katrini í ár eru eisini ein góður máti at fáa sær royndir uppá, tí næsta ár hevur hon ætlanir um at fara í holt við at gera eitt sett av siðbundnum klæðum.

 

Les meira um Katrina og klæðini í Vikuskiftissosialinum, ið eru at fáa til keyps, og sum eisini kann lesast á netinum her.