Katrin og Fleyr fara eftir greipuni

(Rás2) Hoyr Katrina Petersen hjá Fleyr seta orð á 3-1 sigurin á Drátti í kvøld

Fyrr í kvøld var dystur í meistaradeildini hjá kvinnum millum Drátt og Fleyr á Giljanesi.

 

 

Fleyr vann dystin 3-1. Settmunurin var 19-25, 24-26, 25-20og 15-25. Fleyr stýrir beint ímóti FM-finalunum. Tær eru á odda við 18 stigum, fýra stig frammanfyri Mjølnir. 10 stig eru niður til KÌF sum er á triðja plássi við átta stigum.

 

 

KÍF fær tó møguleika at minka um munin tá tær í annaðkvøld klokkan 20 taka ímóti SÍ. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

 

Aftaná dystin fekk Hilmar Jan Hansen, frásøgumaður hjá Rás2 orðið á Katrina Petersen hjá Fleyr.

 

 

Katrin Petersen fegnast um sigurin, men hon ásannar, at spælið var ikki optimalt hjá Fleyr í tí triðja settinum, men tær í Fleyr fegnast um, at tær fingu rættað uppá tingini til fjórða sett.

 

 

Sambært Katrini Petersen koyrir tað eftir ætlan hjá Fleyr, og málið hjá teimum er at vinna greipuna.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Katrina Petersen.