Katrin og Elsebeth brúktu flestar pengar

Tingfólk hava játtað sær sjálvum at brúka upp til 30.000 krónur almennum stuðuli

Tingfólk hava játtað sær sjálvum at brúka upp til 30.000 krónur í almennum stuðuli

 

Í miðal brúktu tingfólk góðar 10.000 krónur av játtanini upp á 30.000 krónur, sum hvørt tingfólk fær sum stuðul til »parlamentariska arbeiðið«, sum tað eitur á løgtingsfíggjarlógini fyri 2016.

 

Talan er um nýggja grein á løgtingsfíggjarlógini, sum varð samtykt saman við fíggjarlógini fyri 2016.

 

in.fo hevur biðið løgtingsumsitingina um innlit í, hvussu nógvar pengar løgtingsfólkini hava brúkt av hesi konto. Skipanin er soleiðis sett saman, at tingfólk hava eina upphædd á 30.000 krónur at ráða yvir. Teir kunnu til dømis nýta hesa upphædd at keypa sær ráðgeving, fara á skeið ella ráðstevnu ella nýta hetta til eitthvørt, sum kann menna tey í virksemi teirra sum tingfólk.

 

Tingfólk kunnu so antin senda rokningina ella kvittan fyri hesi viðurskifti til Løgtingið, sum rindar ella endurrindar hetta av teirra játtan.

 

Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógv hvørt einstakt tingfólk hevur nýtt í fjør. Sambært løgtingsumsitingini, so kann tað hugsast, at nýtslan verður eitt sindur størri, tí ikki er vist, at allar rokningar eru komnar enn.

 

Játtanin á løgtingsfíggjarlógini eru undir kontoini »21. Stuðul til parlamentariska arbeiðið (floksskrivarar)«. Har verður stuðulin verður veittur sambært reglugerð um stuðul til flokkarnar á tingi og um løn til floksskrivarar, sum samtykt á formansskapsfundi 25. januar 2000, við seinni broytingum.

 

Játtanin er sum sagt hækkað í 2016, tí sambært reglugerðini verður eisini latin stuðul á 30.000 krónur til hvørt einstakt løgtingsfólk at ráða yvir.

 

Nýtslan hjá tingfólki higartil:

 

 

Tingfólk

 

 

1

Katrin Kallsberg

E

28.283 krónur

2

Elsebeth Merceids Gunnleygsdóttur

A

28.016 krónur

3

Edmund Joensen

B

24.500 krónur

4

Kaj Leo Holm Johannesen

B

24.368 krónur

5

Magni Laksafoss

B

21.809 krónur

6

Heðin Mortensen

C

20.500 krónur

7

Bjarni Hammer

C

19.964 krónur

8

Kristianna Winther Poulsen

C

19.196 krónur

9

Bárður á Steig Nielsen

B

18.401 krónur

10

Annika Olsen

A

15.458 krónur

11

Annita á Fríðriksmørk

E

14.298 krónur

12

Óluva Klettskarð

E

12.978 krónur

13

Bjørt Samuelsen

E

12.892 krónur

14

Bill Justinussen

H

12.396 krónur

15

Kári P. Højgaard

D

11.337 krónur

16

Jenis av Rana

H

10.826 krónur

17

Bárður Kass Nielsen

D

10.432 krónur

18

Sonja Jógvansdóttir

U

10.000 krónur

19

Jónleif Johannesen

C

8.652 krónur

20

Hanna Jensen

F

6.331 krónur

21

Magnus Rasmussen

B

6.000 krónur

22

Ingolf S. Olsen

E

3.594 krónur

23

Jógvan á Lakjuni

A

3.000 krónur

24

Djóni Nolsøe Joensen

C

1.220 krónur

25

Páll á Reynatúgvu

E

800 krónur

26

Ruth Vang

F

714 krónur

27

Jacob Vestergaard

A

395 krónur

28

Jørgen Niclasen

A

0 krónur

29

Jákup Mikkelsen

A

0 krónur

30

Bjørn Kalsø

B

0 krónur

31

Kristin Michelsen

C

0 krónur

32

Helena Dam á Neystabø

C

0 krónur

33

Pauli Trond Petersen

E

0 krónur

 

 Tilsamans

 

 346.360 krónur

 

 


 

Miðal

 

10.496 krónur